Í minsta lagi tíggju løgreglumenn fingu skaða, tá katolikkar og protestantar brustu saman í Belfast í Norðurírlandi í gjár.
Ófriðurin kyknaði, tá víðgongdir protestantar royndu at órógva eina katólska skrúðgongu í miðbýnum. Løgreglan var væl mannað á staðnum, men tá hon royndi at forða protestantunum at órógva skrúðgonguna, tveittu protestantarnir fløskur, grót og annað eftir løgreglumonnunum. Minst tíggju løgreglumenn máttu á sjúkrahús, og tríggir teirra vórðu illa løstaðir.
Í umleið 30 ár var blóðugt stríð millum katolikkar og protestantar í Norðurírlandi, og umleið 3.500 fólk lógu eftirá. Men síðani friðaravtaluna í 1998 hevur tað verið rættiliga friðarligt burtursæð frá einstøkum hendingum so sum í gjár, skrivar Reuters.










