Saman við vinnuni skapa vit sjónligheitina av Føroyum

Visit Faroe Islands fær útlendskar miðlar til Føroya

Ein sera stórur partur av arbeiðnum hjá Visit Faroe Islands fevnir um PR og promovering á sosialu miðlum. Hetta er eitt príseffektivt marknaðarføringsarbeiði, og tí er tað eisini høvuðsfokusøkið hjá Visit Faroe Islands.

 

Aftan fyri greinarnar um Føroyar hjá eitt nú Forbes og New York Times liggja nógvir tímar av fyrireikingararbeiði frá Visit Faroe Islands, og tað leggur lesarin jú ikki merki til. Starvsfólk har arbeiða dagliga við at fáa útlendskar miðlar at vitja og skriva um Føroyar, og hetta saman við arbeiðnum á sosialu miðlunum hevur ovurstóran týdning fyri menningina av føroysku ferðavinnuni. 

 

Tá umboð fyri útlendskar miðlar koma til Føroya, syrgir Visit Faroe Islands fyri flogferðaseðlum og uppihaldi, og ymsu føroysku fyritøkurnar eru við til at geva sítt íkast.

 

- Vit hava eitt gott samstarv við vinnuna, sum gevur okkum sera góðar prísir, so vit hava ráð til at fáa so nógvar fjølmiðlar hendan vegin. Saman við vinnuni skapa vit í felag alla hesa sjónligheitina av Føroyum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

 

Visit Faroe Islands tók ímóti 250 miðlum í fjør, og samanborið við 2012 vitjaðu umleið 50 miðlar - hetta veri seg bæði fjølmiðlar og eitt nú instagrammarar. Guðrið Højgaard fortelur, at kvaliteturin av hesum er so mikið góður, at tey eisini ofta takka nei til miðlar fyri bara at fáa teir bestu.