Søgunnar gongd hevur gjørt, at vit hava fingið seks politiskar flokkar í landinum. At góðir 30.000 veljarar eru so sundurbýttir, og at 33 politikarar sita stongdir inni í seks ymiskum búrum, forðar mangan fyri savnandi loysnum. Flokkarnir seta kunstig mørk millum fólk, og styrkja tað sundurlyndi sum stundum eyðkennir okkum.
Onkur heldur, at nógvir flokkar skapa eitt sunt demokrati. Tað er ikki rætt. Tí eitt sunt demokrati merkir ikki bara, at allar meiningar skulu kunna berast fram á tingi. Tað skulu eisini takast avgerðir. Og veljarin skal vita á leið hvørjar avgerðir hann fær fyri sína atkvøðu.
Okkara skipan megnar ikki væl at taka vælgrundaðar og rationellar avgerðir. Og veljarin hevur ikki ánilsi av, hvat hann fær fyri sína atkvøðu.
Tá flokkarnir eru so nógvir, má hvør flokkur sjálvsagt markera seg sum mest við sersjónarmiðum fyri at yvirliva. Ikki so sjáldan eru tað tí flokkarnir sjálvir, sum eru endamálið við politiska arbeiðinum – ikki samfelagið.
At fylgjast um brúnna
Eitt russiskt orðatak sigur, at tað viðhvørt er skilabest at fylgjast við fíggindanum um brúnna, fyri síðani at skiljast hinumegin. Altso at byrja við semjunum – og bíða við ósemjunum.
Í Føroyum byrja vit alt ov ofta við ósemjunum – og koma aldrin til semjurnar. Á tingi er til dømis greiður meiriluti fyri fleiri politiskum loysnum – men tær kunnu ikki setast í verk, tí vit byrja við ósemjunum. Flokkadráttinum og partapolitikkinum.
Uppskotið til stjórnarskipan er ein roynd at byrja við eini semju. Ikki eini semju sum leggur lok á tann politiska boksikampin, men eini semju, sum í framtíðini skal vera karmur um henda boksikamp.
Eg haldi ikki, at uppskotið er optimalt. Fleiri viðurskifti skuldu eftir mínum tykki verið øðrvísi orðað. Aðrir limir í nevndini, sum gjørdi uppskotið, hava eisini hugsanir, sum ikki síggjast aftur í tí.
Men soleiðis er at semjast. Give and take.
Team of Rivals
Ríkisrættarliga hevði verið hugaligari at viðgjørt eitt uppskot um eina grundlóg fyri einar sjálvstøðugar Føroyar.
Men hetta er tað, vit kunnu semjast um í løtuni. Tað er við hesum førninginum, at vit kunnu fylgjast um brúnna.
Tá vit skulu semjast, so kann uppskotið ikki vera eitt sonevnt "null-summ spæl". Tað kann ikki vera soleiðis, at Tjóðveldi vinnur alt og sambandið tapir alt - ella øvut. Her tapa øll eitt sindur í mun til floksins mál – men øll vinna nógv meira, enn tey tapa.
Vit hava, sum Lincoln gamli í síni tíð, skipa ”A Team of Rivals”. Og lykilin til at fáa rivalarnar at samstarva, hevur verið tað, vit í nevndini kallaðu ”tann øvuta delegatiónin”. Tað merkir, at vit øðrumegin ásanna, at danska grundlógin virkar í Føroyum – vit liva jú sambært pørtum av henni dagliga. Men hinumegin siga vit, at hon virkar bara so leingi, sum vit loyva henni at virka.
Vit góðkenna altso rættarvirknið hjá donsku grundlógini, men vit eru ikki undir henni á tann hátt, at hon er okkara evsta rættarkelda. Tað kann hon ikki vera, tí føroyingar hava ikki skrivað hana, ikki samtykt hana og hava ikki rætt at broyta hana.
Danska grundlógin virkar – men hon er undirskipað okkara evstu rættarkeldu, sum er Føroya fólk.
Absurdur pástandur
Pástandurin hjá ávísum løgfrøðingum um, at danska grundlógin forðar fyri, at stjórnarskipanin kann setast í gildi, er absurdur. Hann byggir á ta fatan, at Føroyar eru líka undirgivnar hesa grundlóg sum einhvør danskur landslutur.
Tað er púra gagg. Alt tað føroyska heimastýrið liggur uttanfyri donsku grundlógina. Hvør einasta føroyska lóg er brot á grundlógina. Hvør einasta kunngerð og reglugerð, sum hevur støði í eini føroyskari lóg, er brot á donsku grundlógina. So grundlógin er úr gummi - ikki úr betong.
Skal logikkurin hjá teimum fundamentalistisku advokatunum fylgjast, so má lykilin til løgtingið snarast um. Tí einki av tí, sum har fer fram, er í samsvari við teirra betong-tulking av donsku grundlógini.
Tað er eingin ivi um, at ein maður sum Bjørn á Heygum hevur skil fyri løgfrøði. Men hansara skriving ber boð um, at tað politiska skilið er avmarkað.
Eg vóni ikki, at útmeldingar frá slíkum fundamentalistiskum advokatum forða fyri, at arbeiðið við stjórnarskipanini verður ført á mál.
Politisku skipanin tørvar eina grundleggjandi semju, sum gongur um floksmørk. Eitt felags grundarlag. Ein karm um okkara fólkaræði.
So latið okkum nú fara um brúnna saman – og lata okkum í boksihandskarnar hinumegin.










