Saman inn í framtíðina

Valið týsdagin er avgerandi fyri, hvussu menningin verður í Tórshavnar kommunu næstu fýra árini

Listi E hevur bjóðað seg fram við eini fjølbroyttari valskrá, sum leggur dent á trivnaðin hjá heildini, virðing fyri borgarunum á bygd og í bý og ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. Vít vísa til avrikini hjá sitandi býráðssamgongu og tora at siga, at ein sterkur Listi E á odda í Tórshavnar Býráð borgar fyri, at menningin heldur fram undir tryggari leiðslu. Vit vilja tann rúmliga høvuðsstaðin, sum fram um aðrar kommunur tekur upp á seg uppgávur, sum eisini gagna landinum øllum. Vit vilja tann framsókna høvuðsstaðin, sum tekur upp á seg at hýsa miðnámsskúlum og altjóða universiteti til frama fyri menning í Føroyum. Vit vilja tann mentaða høvuðsstaðin, sum hevur framkomin og fjølbroytt tilboð innan mentan, skúla, frítíðar- og ítróttalív. Vit vilja, at gransking verður ein natúrligur táttur í okkara kommunu til frama fyri okkara framtíð. Vit vilja tann vinnuliga høvuðsstaðin, sum eggjar til nýtt virksemi og nýggjar vinnur, tí gott vinnulív og góður trivnaður eru tvær síður av somu søk. Vit vilja tann reina høvuðsstaðin, sum slóðar fyri í umhvørvis- og orkumálum, ið eru mest týðandi mál í heiminum í dag. Vit vilja tann rekreativa høvuðsstaðin, har fólk við gleði kunna leita sær út í nattúruna. Vit vilja menna Miðbýin, so hann aftur fær ein lívligan leiklut í býarmyndini. Vit vilja seta Musikkskúlan á dagsskrá beinanvegin til tess at loysa málið í komandi valskeiði. Vit vilja útvega grundstykkir allastaðni í kommununi, so fólk kunna seta búgv, har tey helst vilja. Vit vilja hava skil á eldraøkið, so tey gomlu og óhjálpnu ikki longur reka fyri vág og vind. Vit vilja menna fólkaræðið í kommununi, so politikarar koma nærri at dagliga virkseminum. Vit vilja opinleika og gjøgnumskygni í kommunalu fyrisitingini og politiska arbeiðnum í býráðnum. Fram um alt vilja vit stýra Tórshavnar kommunu við fíggjarligum skili og hava atlit til, at hjólini mala. Vilt tú saman við okkum hava ávirkan á framtíðina, so atkvøður tú fyri Lista E týsdagin. X við E.