Nevndin í Hjálparfólkafelagnum hevur skipað seg á fyrsta fundi eftir aðalfundin hin 7. mai 2024.
Formaður er Sámal Hansen.
Hini í nevndini eru Linda Højgaard, næstforkvinna, Eystan Elisson, peningarøkil og Laila Rólantsson, skrivari.
Nýggjur í nevndini er Hans á Lag Jacobsen.
Claus Højgaard ynskti ikki at stilla upp til nevnd hesaferð, og er nú tiltakslimur saman við Friðriku Mortensen Kristiansen.
Hetta sigur Hjálparfólkafelagið í kunning til miðlarnar í morgun.
##med2##