Fleiri lágtrýst á veg í ein landnyrðing fara komandi dagarnar tætt fram við Íslandi. Tilhoyrandi brúgvaløg fara framvið Føroyum av útsynningi og vestri við regni og vindi. Komandi vikuna fer kemur ein hátrýstsryggur inn yvir Føroyar av útsynningi og ger veðrið støðugari.
Í dag
Nógvi vindurin heldur fram í dag og í kvøld. Tað verður strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, 25 m/s, skýggjað og regn og hitin millum 6 og 9 stig. Seinnapartin makar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og ælaveður, serliga seinnapartin, og hitin millum 7 og 10 stig. Í kvøld og í nátt øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, 25 m/s. Framvegiðs skýggjað og æalveður og hitin millum 4 og 8 stig.
Í morgin
Strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, sum spakuliga makar vindin og seinnapartin verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Ælaveður, men eisini sólglottar og hitin millum 7 og 10 stig. Um kvøldið makar hann vindin víðari og verður um náttina lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 2 til 7 m/s. Tað verður skýggjað, men heldur sær væntandi turt. Hitin millum 5 og 10 stig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn meginpartin av tíðini og hitin um 10 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, og skýggjað og támut við regni nógva staðni, hitin um 10 stig. Út á dagin snarar hann vindin í ein vestan og makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Tað slítur í, men verður framvegis skýggjað og hitin fellur til millum 5 og 8 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 2 til 7 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 3 og 7 stig.
Týsdagin
Andøvsgul upp í strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og ælaveður og hitin millum 4 og 8 stig.