Mikukvøldið fara EB/Streymur og KÍ aftur at hittast í Streymnesi. Tá verður tað í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.
Væl nøgdi EB/Streyma venjarin, Sigfríður Clementsen, er ikki heilt vísur í, um liðið fer at síggja púra soleiðis út, sum tað gjørdi í gjár. Hann hevur fleiri manningarligar møguleikar, men Sigfríður er púra vísur í, at uppskriftin verður tann sama, sum hon var hesa ferð:
- Tá ið úrslitið var 4-0 sigur, so er tað eingin orsøk at broyta. Spælararnir eru væl kendir við leikháttin, og vit fara aftur mikudagin eftir sigrinum. Málið er at røkka langt í bæði steypakappingini og landskappingini, so vit taka uppgávuna mikudagin í heilt stórum álvara, sigur EB/Streyma venjarin.