Tann 3.- 5. mai verður aftur kórstevna í Havn. Árliga kórstevnan hjá Kórsambandi Føroya má metast at vera størsta felags kórtiltak her á landi.
Heilt, og hon hevur síðani 1967 savnað sangglaðar føroyingar og norðurlendingar til stórar sang- og tónleikaligar upplivingar. Stevnan í ár verður annað árið á rað hildin í Havn og skipað sum eitt hátíðarhald, nú kórstevnan hevur 45 ár á baki.
Kórstevnan hevur eins og fleiri undanfarin ár tveir kórleiðarar, tveir úrmælingar, sum umboða hvør sín tónleikastíl. Bernharð Wilkinson kenna vit frá hansara tónleikaarbeiði í Havn eins og í øllum Føroyum. Hann stjórnar Føroya Symfoniorkestri umframt at undirvísa í floytu, klaver og vera kórleiðari Havn. Hann er fyri fyrstu ferð kórleiðari á stevnuni, og ein af fyrstu føroysku kórleiðarunum í nýggjari tíð. Bernharður fer at stjórna klassiska partinum av sangskránni, og sæð verður fram til gevandi venjingar við honum á odda.
Jim Daus Hjernøe er professari í rútmiskum kórtónleiki á musikkonservatoriinum í Århus og Aalborg. Hann hevur fleiri ferðir verið í Føroyum og hildið skeið fyri føroyskum kórleiðarum, umframt at hann var annar av kórleiðarunum fyri eina sera væl eydnaða kórstevnu í fjør. Hann er sostatt ikki ókendur innan kórumhvørvið í Føroyum, og vit gleða okkum at síggja hann aftur í mai. Kór hansara Voxnorth hevur eisini melda til stevnuna. Stevnan endar sum altíð við konsert, og hon verður tann 5. Mai.
Sagt verður, at skrá og nærri kunning um Kórstevnuna kemur seinni. Tilmelding fer fram á www.tilmelding.fo, undir tiltøk.