Tað gekk, sum tað plagar, tá ið 6-mannaførini við kvinnum róðu seinnapartin. Á norðoyastevnu var fjarstøðan aftur til Lím meiri enn tólv sekund. Tá var Lómur av Argjum næstfremstur.
Hesa ferð var munurin aftur til Sølmund, sum var næstfremstur minni enn trý sekund. Talan var tó ongantíð um spenning. Men úrslitið ber kanska boð um, at tað kann fara at verða meiri spennandi næstu ferðirnar, enn tað eftir fyrsta róðurin var ábending um.
1 | Jarnbardur | 05:51.13 | ||
2 | Sølmundur | 05:54.10 | ||
3 | Lómur | 05:57.05 |