Sama sáttmála til allar
Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri tigið um, at sáttmálarnir skulu verða galdandi fyri øll.
Endamálið við hesum lógaruppskoti er at tryggja, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar samsvarandi teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Javnaðarflokkurin.
Seinastu árini hava fleiri og fleiri skip valt at mynstra við bíligari útlendskari manning, sum ikki er lønt eftir sáttmálunum hjá manningarfeløgunum. Sambært galdandi lóggávu ber hetta til, so leingi skipini halda seg uttan fyri 12 fjórðingar og ikki regluliga koma í føroyska havn.
Verður lógaruppskotið samtykt av Løgtinginum, hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum framhaldandi fult frælsi til at samráðast og gera tær avtalur um lønarviðurskiftir, sum partarnir semjast um.
Broytingin verður einans tann, at sáttmálarnir millum manningarfeløgini og arbeiðsgevararnar skulu virðast og haldast soleiðis, at tað ikki frameftir verður møguleiki at fáa fremmanda arbeiðsmegi umborð á okkara fiskiskip fyri eina lægri løn enn ta, sáttmálarnir millum manningarfeløgini og arbeiðsgevararnar áseta.
Hetta vil Javnaðarflokkurin broyta við at broyta treytirnar fyri at fáa fiskiloyvi. Lógaruppskotið knýtir saman fiskiloyvi og føroyskar sáttmálar soleiðis, at frameftir verður tað ein treyt fyri at fáa fiskiloyvi, at skipið hevur sáttmála við manningarfeløgini.
Verður sáttmálin ikki hildin, so verður reiðarin revsaður við bót, og er talan um afturvendandi brot ella serliga grov brot, verður heimilað landsstýrismanninum at taka fiskiloyvi aftur frá við komandi skipi.
Málið var á skránni í dag og varð beint í Vinnunevndina.










