Sama søgan á Sandi

B71 megnaði ikki at vinna á heimavølli, og júst sum ímóti sandoyingum í Klaksvík, so megnaði KÍ ikki at halda tørn, eftir at teir høvdu lagt seg á odda við tveimum málum

Fótbóltur

 

9. apríl var B71 í Klaksvík og dystaðist við KÍ. Talan var um landskappingardyst í 3. umfari. Úrslitið var 3-3 eftir, at heimaliðið hevði verið á odda 2-0, og eftir at B71 hevði verið frammanfyri 3-2!

Í dýrdarveðrinum í gjár var KÍ á Sandi. Talan var um landskappingardyst í 10. umfari. Úrslitið var 3-3, eftir at KÍ hevði verið á odda 2-0, og eftir at B71 hevði verið frammanfyri 3-2!

Søgan endurtók seg altso. Eisini tá ið tað ræður um úrtøkuna hjá B71 á heimavølli, var talan um endurtøku. Hetta var fimta ferðin í hesum kappingarárinum, at B71 átti heimavøll í landskappingini, og hetta var fimta ferðin, at sandoyingar fóru av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku.

B71 eigur ungt lið, sum er í støðugari menning. Fótbóltsfatanin er góð og positiv, og viljin at geva seg er góður.

Eftir leingi at hava hugsað lítið um at varðveita bóltin og at royna at spæla seg til møguleikar uttan skjótt at sparka langt fram til álopsspælararnar, vóru tað bæði hósdagin í steypadystinum og aftur á Sandi ábendingar um, at KÍ liðið ætlar og roynir heldur at spæla enn at sparka fótbólt.

Alt hetta vóru fyritreytir fyri undirhaldandi løtu, sum var krydrað við hópin av spentum støðum í báðum brotsteigunum og ikki færri enn seks málum. Tí er einki at siga til, at áskoðararnir ikki keddu seg eina løtu.

 

Kortslutningar

KÍ legði sera bragdliga fyri. Sekundvísarin hevði bara verið fimm ferðir runt, tá ið bólturin longu hevði verið tvær ferðir í málinum aftanfyri Símun Rógva Hansen. Í fyrra førinum var tað KÍ toppskjúttin Paul Clapson, sum við krúllinum stýrdi bóltin í mál eftir hornasparksinnlegg, og í seinna førinum var tað liðformaðurin Heðin á Lakjuni, sum við fínum skoti av brotsteigarmarkinum í vinstru økti um leiðsluna.

Harvið tóktist lunnar vera lagdir undir totala KÍ endurreisn. Klaksvíkingar, sum aftur hesa ferð høvdu John Hammer á sentrala miðvøllinum fyri skadda Kristian á Lakjuni, vóru spælstýrandi fyrstu løtuna, og um teir høvdu havt hepnið við sær, so kundu teir havt økt um munin.

Men soleiðis tørnaði tað ikki út. Heimamenninir fótaðu sær, og bólttryggu miðvallararnir og álopsspælararnir tóku sær betri partar fyri. Wellington Soares, Eli Hentze, Flavio og teir í fremstu røð vístu hugflog og tyngd, tá ið teir kontraðu, og tað var skjótt, at Flavio eftir fríspæling frá Eli Hentze hevði minkað um munin, og harvið var intensitetur og spenningur komin aftur í uppgerðina.

B71 hevði møguleikan undan steðginum at javna. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tí Clayton Soares varð feldur. Eli Hentze, sum so mangan hevur verið tryggur úr ellivu metrum, royndi at umseta, men Meinhard Joensen, sum ofta hevur víst seg serliga stinnan í júst hesum støðunum, tveitti seg rætta vegin og bjargaði.

 

Símun í støtinum

Trý mál, misnýttir møguleikar og misnýtt brotsspark. Tað kundi næstan ikki gerast eins spennandi eftir steðgin, men 2. hálvleikur yvirtrumfaði fyrra umfarið.

Serliga var tað í vinstru, at B71 álopini skolaðu ígjøgnum, og Símun Hansen var sentralur í nógvum. Hann breyt fleiri ferðir ígjøgnum og legði innfyri, uttan at nakað spurdist burturúr, og tvær ferðir var hann skarprættari.

Í fyrra førinum, tá ið hann javnaði til 2-2, var talan um verjukiks, áðrenn hann lyfti upp um KÍ málverjan, og í seinna førinum minti tað um Drogba málið leygardagin.

Klaksvíkingar mentu seg, og tað mundi vera lætti hjá teimum, tá ið Símun Hansen var noyddur at taka seg aftur. Erling Fles syrgdi fyri, at søgan úr Klaksvík í 3. umfari varð endurtikin. Kristoffur Jacobsen, sum tíðliga í 1. hálvleiki var komin á vøllin fyri skadda Paul Clapson, royndi ímóti málinum, og Erling Fles var fyrstur á returinum frá B71 málverjanum.

B71 hevði í síðstu løtu fleiri hornaspørk, men teir megnaðu ikki at skjóta sigursmálið. Harvið var søgan staðfest, sum sigur, at B71 higartil í ár ikki hevur vunnið á heimavølli.