Sama mynstur ? lægri tøl

Ein lurtarakanning sum Útvarp Føroya lat gera fyrr í vár vísir, at føroyingar lurta mest eftir útvarpinum, tá høvuðstíðindasendingarnar eru. Og hóast ein lækking er í tølunum, so sigur Jógvan Jespersen, stjóri, at tað kann staðfestast, at Útvarp Føroya framvegis hevur nógvar lurtarar

Kanningin vísir, at í meðal lurta 60 % av føroyingum eftir tíðindunum á døgurða, meðan 70 % lurta eftir tíðindasendingini á kvøldi. Og so liggur talið um tey 30 til 40 %, sum lurta gjøgnum dagin.
Men Jógvan Jespersen sigur, at talið á lurtarum gjøgnum ein heilan dag er sera skiftandi. Men liggur fyri tað mesta millum 30 og 40 %.
- Hetta er tað sama mynstrið, sum ein kanning, sum vit gjørdu í 1996 vísti, men tað er ein lækking farin fram í tølunum, kortini, sigur Jógvan Jespersen.
Hann leggur afturat, at tað undrar tey ikki, at lurtaratølini eru farin eitt vet niður, tí tað er so nógv hent síðani 1996.
- Tað eru komin so avbera nógv onnur tilboð síðani tá. Til dømis internetið, aðrar lurtara rásir og eisini eru munandi betri tilboð at fáa innan sjónvarpsheimin, vísir útvarpsstjórin á.
Hann sigur, at sjálvandi vil Útvarpið altíð hava so nógvar lurtarar sum gjørligt, og ein tílík kanning gevur teimum betur innlit í, hvat tann einstaki lurtarin heldur. Tað er so, at í kanningini, sum varð gjørd í vár, kundi lurtarin eisini koma við sínum boði uppá, hvat kundi havt verið gjørt øðrvísi ella betur.
- Á henda hátt kunnu vit eisini nýta eina tílíka kanning til íblástur til framtíðina. Tað er sera áhugavert at fáa at vita, hvat lurtarin heldur.
Henda kanningin var umfatandi, tað vil siga, at nógv fólk vórðu spurd. Tað bleiv ringt til umleið 200 lurtarar hvørt kvøld í eina viku, og tá avtornaði vóru 1.620 fólk við í kanningini.
Jógvan Jespersen sigur, at tey høvdu kunnað hugsað sær at gjørt tílíkar lurtarakanningar oftari, tí tær eru vælegnaðar at nýta sum íblástur til framtíðina.
Nú er summarið farið aftur um bak, og veturin stendur fyri durum. Og tað merkir, at Útvarp Føroya skiftir frá summarskrá til vetrarskrá.
- Skiftið frá summarskrá til vetrarskrá fer spakuliga fram í ár. Nakrar broytingar eru farnar fram, og í næstu viku skuldi allar broytingarnar verið gjørdar, og so er vetrarskráin komin upp á pláss, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Útvarpi Føroya at enda.