Sama gjald fyri sama tilboð

Í klaksvík skulu foreldur nú rinda sama gjald fyri sama tilboð í kommunalu barnaansingini. Hesa seinastu tíðina hevur býráðsumsitingin arbeitt við at fyrireika málið um at seta í gildi eindargjald fyri allar teir kommunalu ansingarstovnarnar, sum eru Barnahúsið Margit/Fjallafípan, Blákollan og Klaksvíkar Kommunala Dagrøkt.

- Høvuðsendamálið við eindargjaldinum er, at foreldur sum frá líður skulu fáa somu tilboð og tænastu fyri sama foreldragjald, upplýsir Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipari.

- Gjaldið frá foreldrunum svarar til á leið 30% av rakstrarútreiðslunum, sum er hámarkið sambært Dagstovnalógini frá 1. juli 2000. Út frá hesum verður foreldragjaldið tað sama fyri sama slag av ansingarplássi.

- Hinvegin fer gjaldið altíð at vera ymiskt millum barnagarð, vøggustovu og dagrøkt, tí har setur lógin ymisk krøv og vøggustovurnar eru væl dýrari enn barnagarðar og tí verður foreldragjaldið eisini hægri.

Her eru broytingarnar í prísinum somikið stórar, at tað er neyðugt at hava eina skiftistíð, har gjøldini verða stigvíst tillagað fyri at geva foreldrum tíð til at laga seg eftir broyttu gjøldunum, sigur Sigrun Vágstún.

Sostatt verður tillagingin av foreldragjaldinum gjørd í trimum umførum, har fyrsta broytingin fer fram 1. mars, síðan verður aftur ein broyting 1. januar 2012 og síðsta tillagingin verður 1. januar 2013 og tað er sama gjald fyri sama tilboð.

Frá 1. mars verður foreldragjaldið:

Barnagarðspláss 1.750 kr í 12 mánaðir.

Vøggustovupláss 2.250 kr í 12 mánaðir.

Dagrøktarpláss 2.050 kr í 11 mánaðir