Renning
Hesaferð var runnið 15 km hjá monnum og kvinnum. Hjá monnunum gjørdist tað skjótt ein kapping millum oyggjaleikaluttakarnar Guttorm Sørensen (Treysti) og Sam Vang (Bragdið). Henda kapping gjørdist rættuliga taktisk har teir skiftust at seta tempo. Guttorm royndi at halda eitt høgt tempo, tá hann førdi, fyri at fáa Sam at sleppa, meðan Sam lækkaði tempo, fyri síðan at seta smærri spurtir inn, fyri at fáa Guttorm at sleppa. Hvørgin vildi tó gevast, og tí varð alt avgjørt á síðstu 100 metrunum, tá Sam vísti seg sum tann sterkari og kom á mál 4 sekund frammanfyri Guttorm við Cecil Weihe (Bragdið) á triðja plassinum - hálvan annan minnutt seinni. Í samlaðu kappingini er Sam á odda (148 stig) við Guttorm á øðrum plássinum (134 stig).
Hjá kvinnunum var tað Sigrid Sivertsen (Treysti) sum vann frammanfyri Brynhild Absalonsen (Bragdið). Sigrid er nú við at leggja seg út í dystin um samlaða Grand Prix kappingina við 114 stigum. Brynhild hevur á fyrsta plássinum 148 stig. Um ein tekur við at fimm av seks kappingum telja við so er ájavnt í kappingini um samlaða sigurin millum Brynhild og Sigrid.
Hjá mannligu veteranunum var Jósvein Herup Olsen (Bragdið) tann stinnari hesaferð, meðan Pól Sundskarð (Treysti), ið vann tey trý fyrstu umførini, endaði heilt afturi á 5 plássinum. Hetta gerð at spenningur er við at koma í aftur hendan bólkin har Pól hevur 143 stig meðan Jósvein á øðrum plássinum hevur 138 stig.
Hjá gentum yngri enn 7 ár vann Durita Hummeland úr Hvalvík frammanfyri Paulinu Fuglø (Treysti), men av tí at Durita ikki er limur í felag innanfyri FÍF so er hon ikki við í grand prix kappingini. Sostatt hevur Paulina longur tryggja sær samlaða sigurin í hesum bólkinum.
Hjá dreingjum yngri enn 7 ár vann Ari Olsen (Roysnið) enn eina ferð og er tað tíð við at koma spenningur í hendan bólkin har Ari og Julian Gregersen (Treysti) báðir standa við tveimum sigrum í part. Fýra umførð telja við í yngru bólkunum og tí er tað tann av hesum báðum sum klárar seg best í seinastu tveimum umførðunum sum vantandi ferð við samlaða sigrinum.
Sølvi Egilsson (Frælsi) vann sín triðja sigur hjá dreingjum 10 ár og yngri. Fjórða kappingin hjá honum gav honum eitt annað pláss og tað skal tí vilja illa við um hann ikki ferð við samlaða sigrinum.
Barbara Debes Eiriksfoss vann sín triðja sigur á rað hjá gentum 10 ár og yngri. Henni tørvar einans ein sigur í at gerast samlaður vinnari í hesum bólkinum, har einans Bjørk Reynagarð Svabo kann takað samlaða sigurin frá henni. Kravið er tó at Bjørk vinnur tær kappingar í eftir eru.
Í eldru bólkunum eru longu avgjørt hvør í er vinnari í samlaðu kappingini við tað at Eli Falkvard (Frælsi) í bólkinum dreingir 13 ár og yngir, Rebekka Fuglø (Treysti) í bólkinum gentir 13 ár og yngri, Jan Elmar Sørensen (Treysti) í bólkinum dreingir 17 ár og yngir og Bjørk Herup Olsen (Bragdið) í bólkinum gentur 17 ár og yngir hava vunnið allar fýra kappingarnar í sínum bólki higartil.










