Sam Vang var fremstur

86 rennarar byrjaðu teinin frá Húsagjógv norði við Fjallavatn til Sandsvágs kirkju um vikuskiftið

Líkindi vóru sera góð, og rennararnir vóru sera væl nøgdir við renningina, sum var í fótasporunum hjá ”Seyðamanninum á Sondum” og huldukonini, sum búði í Húsagjógv. Skjótastur var Sam Vang við tíðini 58.59 minuttir. Næstur á málið var Regin Zachariasen við tíðini 60 minuttir, og Sigurð Nordendal var nummar trý við tíðini 62 minuttir. Trý tey fremstu hjá bæði monnum og kvinnum fingu heiðursmerki.