Líkindini vóru sera góð og rennararnir vóru sera væl nøgd eftir renningina, sum var í fótasporunum hjá ?Seyðamanninum á Sondum? og huldukonuni, sum búði í Húsagjógv. Í dag var tað tó seyðamaðurin á Úttanhús, Tummas Hans Gaardlykke, sum reið undan.
Skjótast rann Sam Vang 58.59 min., nr. 2 var Regin Zachariassen 60 min. og nr. 3 var Sigurð Nordendal við tíðini 62 min.
Nr. 1, 2 og 3 hjá monnum og kvinnum fingu heiðursmerkir, eisini fingu yngsti og elsti rennari heiðursmerkir.
Aftaná varð ?Seyðamaðurin á Sondum? kvøðin uttanfyri kirkjugarðin í Sandavági, tað var Jón Joensen í Bø, sum skipaði.