Talan gjørdist um eina ógvuliga umskiftiliga kapping hjá Sam Vang á 5000 metrum. – Eg legði hart út í byrjanini, og lá á odda tey fyrstu tvey umførini, men so tók Borgar yvir, og tá kom eg í eina ringa periodu. Eg kendi meg eitt sindur illa, tá um konditión ræður, og eina langa løtu var tað Borgar, sum hevði leiðsluna. Tá fýra umfør vóru eftir slóg Sam Vang til: - Eg sá, at eg nærkaðist nakað. Sam var væl nøgdur við ta mótstøðuna hann fekk 5000 metrum á hesum sinni.
Ongantíð gevast
Sam Vang er vorðin 40 ár, men hann heldur kortini á at renna: - Ein skal ongantíð gevast, ein skal bara blíva við. Aldurin hevur einki at siga. Tað er týdningarmikið at hava eina fasta rutinu. Tá allur kavurin lá um landið í vetur, og rennilíkindini vóru út av lagi vánalig fall Sam ikki í fátt: - Tá brúkti tíðum píkar. Tað er sum við bilum, ein skøðir seg til umstøðurnar.









