Sam siglir farmatúrar

Meðan Ternan er á beding siglir Sam farmatúrar

Ternan, sum røkir nólsoyarleiðina, er farin á beding. Í tí sambandi siglir Sam farmatúrar tvær ferðir um vikuna.

Farmatúrarnir eru týsdag og hósdag. Fráferðirnar eru klokkan 11.15 úr Tórshavn og 12.15 úr Nólsoy.

- Um veðrið ávirkar ætlaðu túrarnir, verður hetta lýst so hvørt, skrivar Strandferðslan á heimasíðu síni.