Fyrrapartin mikudagin var heilt nógvur vindur í Klaksvík. Dúgvan sigldi teir fyrstu túrarnar, men tá hon fór úr Klaksvík klokkan 8.45, sást hon koma siglandi inn aftur eftir vánni bara um hálvan tíma seinni. Skiparin gjørdi av at venda aftur til Klaksvíkar, tí ikki var siglandi við Dúgvuni í nógva vindinum. Sam røkti tó sína skyldu og sigldi eftir ferðaætlanini til Leirvíkar. Sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum mikumorgunin tók Sam bæði bilar og ferðafólk.