Í tíðarskeiðnum 20.august til 4.september er framsýning í Spaniastovu í Leikalund í Klaksvík við listaverkum hjá Sam Derounian og Silju Strøm.
Fernisering var í gjár. Listafólkini hava bæði eina introspektiva tilgongd til listina. Navnið á framsýningini »Under and Under« sipar møguliga til rútmuna í aldubrotunum ella hvussu hugsan og minni støðugt vendast í huganum og dulvitinum.
Sam Derounian (f.1987) er føddur í Englandi og býr og arbeiðir við list síni í Glasgow, har hann hevur sýnt fram. Harumfrant hevur hann eisini skipað fyri og verið kurator fyri fleiri framsýningum og lista verkætlanum.
Silja Strøm (f.1987) úr Vestmana hevur somuleiðis havt fleiri framsýningar í Føroyum og Glasgow. Harumfrant fekk hon handað gávugóðs Thorvald av Steinum í februar í ár.