Tað er sum í gomlum døgum á Stongunum, har Sam siglir meir enn fullsettur og bilar standa eftir.
Av tí at húsvognar standa har, sum bilrøðirnar vanliga standa til Sam, fer bíðirøðin norður eftir Stangavegnum.
Men tó verður sagt av Sam, at alt summarið hevur verið ein javnur vøkstur av ferðandi – fólk og bilar. Um báturin tók 40 bilar, so hevði hann siglt fullur eisini. Sam tekur bert 17 bilar, og tá ið fólk so ikki sleppa við bilinum, setast tey ofta aftur og bíða til eina annan dag, har kanska ferðslan er eins nógv.
Ein loysn kundi verið, at betri bussamband var í Kalsoynni við siglingina hjá Sam, so bussur koyrdi til og frá øllum túrunum hjá Sam.
Trykkið byrjar sum oftast kl. 10 og eru fyrstu túrarnir eftir døgurða ofta fullir eisini.
Eingin ivi er um, at tey nógvu fólkini, sum nú ferðast ein túr til Kalsoynna m.a. at heilsa uppá Kópakonuna, eru gestir til Summarfestivalin. Hesin vøksturin byrjaði í gjár, verður sagt av Sam.
Vist er, at síðani Kópakonan varð reist 1. august 2014, er ferðslan í oynna økt munandi - Í 2015 var økingin 35 % og nógv týður uppá, enn eina økingin í 2016. So skal Sam spæla við økta ferðamynstrinum ikki bert í Klasoynna, men til Føroyar í síni heild, so er stundin helst komin til at umhugsa ein størri bát.