Sam Malson vann B36 trý stig

Tá tólv minuttir vóru spældir broderaði B36 seg ígjøgnum, og endin var at Sam Malson setti bóltin í netið.

Hetta var einasta málið í dystinum. B36 hevði tamarhald á støðuni í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki royndi B71 at svara aftur.

Tað eydnaðist kortini ongantíð, so sigursharrin í Gundadali í dag, var onglendingurin Sam Malson.

 

B36 - B71 1-0:

1-0: Sam Malson