KristiansenUlveman er ein nýggj samskiftisfyritøka í Danmark. Fyritøkan er sett á stovn av tveimum sera royndum og kendum samskiftismonnum í danska miðla- og samskiftisheiminum. Teir eru Michael Kristiansen og Michael Ulveman.
Teir hava yvir 25 ára royndir í yrkinum og hava arbeitt á hægsta stigi í nógv ár. Til dømis hava báðir arbeitt sum spinndoktorar fyri Anders Fogh Rasmussen. Michael Ulveman arbeiddi seinast fyri Anders Fogh í Nato.
- Tá Kristiansen og Ulveman kastaðu saman, var tað sjálvandi við stórum ætlanum fyri eyga. So tá teir valdu Sansir sum samstarvspartnara, var tað tí, teir væntaðu, at Sansir megnaðu at sniðgeva visuella samleikan í samsvari við høgu málini. Sigast skal, at Sansir fyrr hava samstarvað við Michael Kristiansen, so teir vistu, hvørjar dygdir Sansir hava, skriva Sansir í tíðindaskrivi.










