Klaksvík: Strandfaraskip Landsins kanna nu, um Sam kann veita Dúgvuni eina hjálpandi hond á farleiðini um Lorvíksfjørð.
? Dúgvan hevur ein trupulleika við at klára alla ferðsluna um Lorvíksfjørð, og tí arbeiða vit nú við møguleikanum, at Sam kann hjálpa Dúgvuni, tá mesta ferðslan er um dagin, sigur Poul Jákup Thomsen, ferðafólkaflutningsleiðari hjá Strandferðsluni.
Áðrenn tað kann koma upp á tal, at Sam kann sigla á farleiðini, skulu neyðug loyvi fáast til vega frá Skipaeftirlitinum, og tey eru ikki komin enn.
Sam er ikki í fastari rutu longur. Síðani Ternan var sett inn í siglingina um Vestmannasund, hevur Sam ligið nógv. Hann hevur tó onkuntíð siglt um Vestmannasund, og hann hevur eisini verið brúktur til ymsar leigutúrar.
Pengar til fleiri túrar
Løgtingið játtaði herfyri Strandfaraskipum Landsins eyka pengar, so fleiri túrar kunnu siglast um Lorvíksfjørð.
Samráðingar hava verið millum manningarfeløgini og myndugleikararnar fyri at finna eina hóskandi skipan, um Dúgvan skal sigla longur út á kvøldið, soleiðis sum ætlanin hevur verið.
Við einum oyramerktum kekki til Lorvíksfjarðaleiðini søkja Strandafaraskip Landsins nú eftir manning til hesa farleiðina. Ætlanin er, at hendan manningin skal sigla við Dúgvuni.
? Um vit fáa loyvi at brúka Sam á farleiðini, so kann tað koma upp á tal, at vit skipa siglingina eitt sindur øðrvísi, so at Sam eisini fær ein leiklut, sigur Poul Jákup Thomsen.
Fløskuhálsurin
Tað er serliga um dagin, at nógv ferðsla er um Lorvíksfjørð, og tað hevur verið havt á munni, at tað er eingin orsøk at lata Dúgvuna sigla fleiri túrar, tí fløskuhálsurin um dagin verður tann sami.
Tað er av somu orsøk, at Strandferðslan nú umhugsar at lata Sam sigla afturat Dúgvuni.
? Vit eru í somu støðu alla tíðina, at vit hava ikki nóg nógv góð skip. Um vit seta Sam inn á Lorvíksfjarðaleiðini, so verður hann meira ella minni bundin har, og tað kann skerja okkum aðrastaðni, sigur Poul Jákup Thomsen.
Ætlanin er, at Ternan skal flytast frá Vestmannasundi og norður til Klaksvíkar, tá koyrandi verður undir Vestmannasundi um eitt ár ella so. Tá skulu Ternan og Dúgvan so røkja farleiðina um Lorvíksfjørð, og ætlanin er eisini at lata Ternuna taka sær av Kalsoyarleiðini, sum Barsskor annars røkir.
Strandferðslan bíðar nú eftir, um loyvi kann fáast til at lata Sam sigla um Lorvíksfjørð, og tá tað er greitt, kann endaliga avgerðin eisini takast.