Sam flytur rampuna

Í dag týsdagin verður rampan til ferjuleguna á Syðradali flutt yvir til Kalsoynna. Tað verður strandfaraskipið Sam, sum skal taka sær av flutninginum. Ein krani, sum er komin til landið til sama endamál, skal eisini flytast. Rampa og krani verða við politifylgi flutt til Leirvíkar náttina fyri.
Hetta er ein avtala millum Tórshavnar Skipasmiðju og Strandferðsluna, sum fer at hava við sær, at Sam ikki røkir sínar vanligu sigling um Leirvíksfjørð í dag. Men um alt gongur eftir ætlan, so kann væntast at Sam fer aftur í sigling seinnapartin.
Byggiharrin væntar annars, at til ársskiftið er arbeiðið við ferjuleguni á Syðradali komið so væl áleiðis, at nýggja Kalsoyarleiðin verður tikin í nýtslu tá. Strandfaraskip Landsins arbeiða við nýggju ferðaætlanini, og verður hendan væntandi klár í november.