Mánadagin 5. september fer Sam á beding.
Hesum boðat SSL frá á ssl.fo.
Eftir ætlan verður Sam aftur á leið 56 í viku 38.
Í meðan Sam er á beding fer Erla Kongsdóttir at røkja siglingina á leið 56. Siglt verður eftir galdandi ferðaætlan fyri leið 56
Tó er pláss fyri eykatúrum og skulu hesir avgreiðast við manningina umborð.
Erla Kongsdóttir tekur ikki akfør við.
Leið 506 á Kalsoynni koyrir sambært ferðaætlan, og ger eykatúr eftir tørvi.
Ferðaætlanin hjá Erlu Kongsdóttir á leiðini sæst á ssl.fo.