Maðurin handan risahittið “Post Malone” kemur endiliga at framføra á Okkara Voxbotn fríggjadagin 20. august. Hann ferðast javnan á teim størstu tónleikafestivalunum kring allan heim, og er eitt tað heitasta navnið ádansistøðum í løtuni. Tú kanst gleða teg, tí Sam Feldt fer uttan iva at seta veruligt lív í fjøldina á Okkara Voxbotn.
28 ára gamli niðurlendingurin, Sam Feldt, er hóast sín unga aldur eitt stórt navn á altjóða tónleikahválvinum. Hann byrjaði í 2015 at geva út tónleik, og beinanvegin legði tónleikavinnan til merkis, at her var talan um ein sera gávaðan mann. Stillisliga klintraðu løg hansara móti tindunum, og hann varð heiðraður við gullplátum í fleiri londum. Og so kom lagið “Post Malone” sum hann framleiddi saman við songkvinnuni RANI. Lagið rakk tindarnar kring allan heim, og bara á Spotify hevur lagið meira enn 164 mió stroymingar. Hetta eru ørandi tøl, sum vitna um ein sera vælumtóktan tónleikara.
Frammanundan er greitt at Robin Schulz, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Sanne Salomonsen, Hanne Boel og The Antonelli Orchestra fara á framføra á Okkara Voxbotn 20/21.