Strandferðsluskipið Sam, sum røkir Kalsoyarleiðina, er farin á sleipistøð. Sam fór á beding mánadagin 2. september, og væntandi verður skipið ikki aftur í sigling fyrr enn um eina viku ella har á leið. Hesa tíðina røkir Silja Star Kalsoyarleiðina. Ternan tekur sær av farmasigling mánadag og fríggjadag í Kalsoynni, og tá siglir Silja Star um Nólsoyarfjørð. |
|