Illa ber til at siga annað, enn at gøtumenn býta málini væl ímillum sín. Tá Sam Jacobsen eftir hálvleikssteðin sunnudagin økti til 2-1, gjørdist hann samstundis fyrsti gøtumaðurin, sum kom á tvey mál hetta kappingarárið.
Tað vil við øðrum orðum siga, at tað eru 10 spælarar, sum hava skotið tey 11 málini, sum GÍ hevur fingið higartil í ár, og tað má sigast at vera sosialt rættvísi millum spælararnar.