HB skal í annað kvøld spæla á útivølli móti Red Bull Salzburg, sum fyri gott og væl tveimum mánaðum síðan vann eysturríska meistaraheitið. Huub Stevens sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at hann og liðið ætlar at vinna seg í bólkaspælið í kappingini.
Red Bull Salzburg spældi leygardagin seinasta venjingardystin undan dystinum móti føroysku meistarunum. Liðið tapti 1-0 á heimavølli móti AZ Alkmaar. Sigursmálið kom í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.
Fyrstu uppgávurnar, sum skulu avgreiðast á leiðini móti bólkaspælunum, eru dystirnir móti HB. Fyrri dysturin verður í annaðkvøld.