Seinasta árið hevur nógv verið gjørt við salin í Siloa í Fuglafirði, serliga við tí fyri eyga at betra um akkustikkin/ljóðgóðskuna og nútiðargera salin. Stórur partur av salinum í erva er nærum gjørdur av nýggjum. Salurin er nú eisini útgjørdur við nýggjum ljóðanleggi og ljósum, so nú er salurin eisini væl egnaður til konsertframførslur.
Eisini eru telduskíggjar settir upp í flestu rúmunum í Siloa. Hesir eru ætlaðir sum amboð í samband við barna- og ungdómsarbeiðið hjá Siloa og til nýtslu í samband við størri tiltøk. Við nýggju tøknini ber eisini til at senda møtini beinleiðis út á netið, bæði alment, men eisini til ávísar IP adressur, soleiðis at eldri fólk, ið ikki fáa komið til møtini, kunnu hoyra og síggja møtini á telduskíggja við hús.