Fyrst varð saltsilioin nærum tikin niður, so bert rovini stóði eftir.
Eftir stóðu múrarnir. Nýggjar stálsperrur komu, ið hava sama eyðkenda snið, sum tær gomlu. So gekk skjótari, og í dag er tak á, so aftur sæst, at talan veruliga er um siloina, so sum tey flestu kendu ella kenna hana.
Ein kann siga, at nú líkist saltsiloin aftur sær sjálvari, tá ein kemur framvið.
Fyrireikararnir boðaðu herfyri eisini frá, at nú er komið so mikið langt við arbeiðinum at byggja siloina til altjóða mentanarhús, at farið verður nú undir at arbeiða við innihaldinum í verkætlanini.
Myndin er tikin fyrr í hesi vikuni.









