Johan Dahl
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið
Tað pínir at hoyra fólk, sum av óforstáiligum orsøkum eru ímóti Saltsilo-verkætlanini á Drellnesi, tala ilt um hana.
Sagt verður, at talan er um eina útreiðslu fyri samfelagið og oynna sum heild.
Hetta prátið hoyrir ongastaðni heima, tí í veruleikanum er eitt stórt vinnuligt potentiali í Saltsiloini. Talan er ikki bert ein mentunarliga íløgu.
Framfýsnu fólkini aftan fyri Saltsiloina hava longu alment umrøtt vinnuligu aspektini, ið kunnu gerast veruleiki, samstundis sum virksemið byrjar í Siloini. Tankarnir eru spennandi, og um framtakssinnaðir suðuroyingar brúka møguleikarnar, kunnu teir skapa nøkur harliga tiltrongd arbeiðspláss í oynni.
Siloin verður eitt trekkplástur – bæði fyri føroyingar, men eisini útlendingar. Fleiri síggja fyri sær, at hópur av útlendskum ferðamannaskipum koma at vitja og uppliva Saltsiloina og tað, ið hon umboðar.
Her er tað, at okkara lokala ferðavinna skal grípa kjansin. Upplivingar í Føroya vakrastu oyggj eiga at standa ferðafólkunum í boði. Avtalur fáast í lag við ferðamannaskipini. Her skal hugflogið brúkast, og málið má vera at fáa fólkini at leggja so nógv eftir seg sum gjørligt. Tað gera tey í øllum øðrum londum við líknandi møguleikum.
Í grundini kunnu milliónainntøkur fáast burturúr, um rætt verður atborið.
Íløgan, sum Sambandsflokkurin og Edmund Joensen, fólkatingsmaður, ótroyttiliga stríddust fyri at fáa upp á pláss, kann av sonnum blíva inntøkuskapandi og geva Suðuroy vakstrarmøguleikar.
Men tað krevur, at suðuroyingar standa saman um at fáa fatur í inntøkunum.