Saltnes: Ættarstevna hjá kendum skúlamanni

Í ár eru liðin 200 ár síðani at Jóannes Petersen í Saltnesi varð borin í heim. Í tí sambandinum verður skipað fyri tveimum mentanartiltøkum í heyst.

Tað serstaka við Jóannesi er, at hann var fyrsti føroyingur sum fór á læraraskúla at búgva seg út til undirvísing. Haraftrat var hann pápi tann so navnframa Fríðrik Petersen.

Nú fara eftirkomarar hansara at skipa fyri eini ættarstevnu í ítróttarhøllini í Runavík hin 4. august við tiltaki í Fríðrikskirkjuni, eins og høvi verður at vitja gomlu lærarahúsini í Saltnesi og gravstað Jóannesar á Nesi. Ein myndaframsýning verður haraftrat í Tofta skúla.

Seinna tiltakið fer at leggja dent á skúlasøguna kring Skálafjørðin. Hetta seinna tiltakið verður 12. september í Tofta skúla.

Til tess at kunna nærri um bæði tiltøkini hava fyrireikararnir skipað eina síðu á Facebook og kallast hon Ættarstevna Jóannes Petersen úr Saltnesi.

Úr bókini Føroyskir Fólkaskúlalærarar stendur millum annað at lesa, at hann varð føddur 26. september 1812 í Vági í Klaksvík, og andaðist 11. oktober 1901.