Í samband við Savnsfagnaðin í Vágum í døgunum 20.-22. apríl, sum er komandi vikuskiftið, verður saltfiskafagnaður leygardagin klokkan 17 Úti á Bakka í Sandavági.
Klippfiskur verður breiddur út á fiskastykkið, og Helgi Jacobsen fer at tosa um føroyska saltfiskin sum heimsins klippfisk.
- Heini F. Petersen fer eisini at greiða frá um undangongumannin, Jegvan Elias Thomsen og um fiskaarbeiði, sum var Úti á Bakka í Sandavági.
Úr Vágum verður sagt, at Gutti Winther eisini fer at borðreiða við spennandi og vælsmakkandi saltfiski, og sluppin Westward Ho vitjar á vánni og leggur at, um veðrið verður til vildar.
- Á pakkhúsloftinum verður framsýning av gomlum fólkalívs- og fiskivinnumyndum, siga tey í Vágum, sum leggja aftrat, at tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.