Niclas Davidsen, sum er formaður í teknisku nevnd hjá Nes kommunu, hevur saman við arbeiðsformanninum hjá kommununi og umboðum fyri J & K Petersen verið Inni á Rætt á Toftum og hugt at skaðanum, sum bryggjan fekk í uppganginum sunnukvøldið og mánanáttina.
- Enn er skaðin ikki gjørdur upp í krónum og oyrum, men greitt er, at tað, sum farið er, má gerast aftur, soleiðis at atløgusíðan í einum møguligum øðrum uppgangi ikki tekur skaða.
Hann vísir á, at sjálvur bryggjukanturin er ikki meiðslaður í uppganginum, men tað er serliga sunnan fyri og partvís norðan fyri, at verjugrót er skolað burtur.
- Neyðugt verður at leggja nýtt grót út innan fyri bryggjukantin í báðum endum, soleiðis at bryggjan aftur fær ta verju, sum er neyðug. Tað hevði verið ein verri ein, um bryggjukanturin fór, leggur hann aftrat.
Niclas Davidsen sigur, at neyðugt verður í fyrsta lagi at tryggja bryggjuna sum best, og síðan verður neyðugt at hyggja upp á, hvussu byrgjast kann upp fyri, at slíkt ikki hendir aftur.
- Tað skulu nakrir lastbilar av gróti til fyri at fylla upp aftur tað, sum farið er, men enn er ikki gjørt upp, hvussu nógv hetta kemur at kosta, leggur hann aftrat.
Tað er J & K Petersen, sum hevur gjørt bryggjuna Inni á Rætt á Toftum, og tað verður ivaleyst eisini hetta byggifelag, sum kemur at taka sær av umvælingunum.
Sjógvur slapp eisini inn ígjøgnum onkrar hurðar í bygninginum hjá M.J. Saltsølu, tá uppgangurin var, og onkur hurð hevur fingið nakað av skaða.










