Útgávukonsertin hjá sangbólkinum Salt í í Norðurlandahúsinum sunnudagin 16. september er longu útseld, og tí verður skipað fyri eykakonsert klokkan 22 sama kvøld. Sølan av atgongumerkjum til eykakonsertina byrjaði leygardagin. Tey kunnu keypast í Norðurlandshúsinum, beinleiðis á www.nlh.fo ella í kunningarstovunum í Fuglafirði, í Runavík og í Havn.