GJAMMA.com og SALT hava gjørt avtalu um distributión og sølu av nýggju fløguni ?Try Again? hjá bólkinum SALT sum kemur út í vikuni. Hetta fer at lætta munandi um arbeiðsbyrðuna hjá limunum í sangbólkinum, sum annars skuldu farið runt land og ríkið fleiri ferðir til tess at hildið marknaðin við líka.
- Vit hava frammanundan eina skipan har vit fara runt til fleiri handlar í landinum við fløgum einaferð um mánaðin, so hetta passar væl inn í okkara arbeiði, sigur Andrew Djurhuus frá GJAMMA.
Fleiri og fleiri av teimum sum geva út tónleik síggja at tað loysir seg at fáa onnur at taka sær av arbeiðinum rundan um útgávuna.
So kunnu tey hugsa meira um at gera eina góða framleiðslu og minni um baksið sum stendst av tí praktiska arbeiðinum. Hetta er avgjørt eisini ein fyrimunur hjá handlunum sum ikki nýtast at fara runt til so nógv ymisk fólk til tess at fáa fatur á ymiskum fløgum, men heldur kunnu handla við ein.
GJAMMA.com læt annars fyri stuttum upp eina heimasíðu, har til ber at leita eftir og keypa tónleik og filmar við kristiligum innihaldi.
- Sovítt vit duga at síggja, er eingin onnur heimasíða í Føroyum innan tónleik sum hevur so nógvar titlar inni. Vit leggja støðugt afturat, bæði nýtt og gamalt, siga tey frá GJAMMA.com.