Nú drotningin er á almennari vitjan, var eitt tað fyrsta staðið, ið hon vitjaði, SALT-siloin í Drelnesi, har Ólavur Rasmussen tók móti henni. Bæði í donsku og føroysku skránni stóð, at hann var stjóri í SALT. Hetta hóast, at enn er eingin stjóri settur fyri mentanarhúsið eftir, at SALT-grunnurin mátti taka starvssetanina hjá Ólavi Rasmussen aftur fyrr í ár.
Kristian Holbæk, næstformaður í SALT-grunninum, upplýsir fyri in.fo, at starvið ikki er sett enn, men at tað verður lýst leyst í nærmastu framtíð.
- Tað eru nøkur formell viðurskiftir, ið vit mugu hava upp á pláss fyrst, men tað gongur framá við tí. Sjálv byggingin hevur fylt nógv síðstu vikurnar, og hevur tað skumpað starvssetanina í bakgrundina. Men vit vænta, at starvið verður lýst leyst í juli ella august, sigur Kristian Holbæk.
Kristian Holbæk vil ikki upplýsa, hvørji viðurskiftini eru, ið mugu fáast upp á pláss, áðrenn søkjast kann av nýggjum.
Nógv rumbul var fyrr í ár um stjórasessin í mentunarhúsinum SALT eftir, at SALT-grunnurin hevði søkt eftir nýggjum stjóra.
Einans ein umsøkjari var til starvið, Ólavur Rasmussen, nevndarformaður í grunninum, og upplýsti næstformaðurin í grunninum, Kristian Holbæk, at grunnurin var nøgdur við talið av umsøkjarum og tí varð fari víðari við setanarsamrøðum. Nevndin fekk tó nógvar ákoyringar fyri ikki at hava lýst nóg væl við, at søkt varð eftir einum stjóra. Harumframt fekk nevndin ábreiðslur frá m.a. Fíggjarmálaráðnum fyri, at starvið var bólka í ein ov høgan lønarbólk.
At byrja við vildi SALT-grunnurin ikki geva seg, tí tey mettu ikki, at nakað skeivt var fari fram, men eftir áhaldandi trýst lovaði nevndin at lýsa starvið leyst av nýggjum.
Hóast tað lyftið varð givið 30. mars í ár, so er tað nú, tveir og ein hálvi mánaðir seinni, enn ikki lýst leyst. Í staðin kundi Kringvarpið fyri nøkrum vikum síðani boða frá, at Fíggjarmálaráðið var gingið við til at seta Ólav Rasmussen sum arbeiðandi nevndarformann og geva honum eina samsýning á 35.000 krónur um mánaðin fyri arbeiðið, umframt pensjón.