Salt: Nú sæst endaliga skapið

SALT siloin hevur torn og onkur hevur spurt, hvørt talan er um kirkjubygging.

SALT:  

 

Saltsilioin á Drelnesi byrjar nú av álvara at fáa endaligt skap.

 

Komið er langt við arbeiðinum uttan, og skjótt er eisini tornið klætt við tekju.

 

Og júst tornið hevur verið orsøk til onkra góða skemtisøgu, sum søgur ganga frá í Suðuroynni.

 

Børn kunnu siga sannlekan, verður sagt. Tað er kanska ikki júst tað, ið dentur skal leggjast á í hesum førinum, men í øllum førum kunnu børn seta spurningar, ið kunnu fáa onnur - vaksin-  at hugsa eitt sindur meira um tað sjálvsagda, ið ongin hevur sagt nakað um.

 

Nú siloin á Drelnesi tekur skap, og tornið sæst sum partur av bygninginum, so sigst, at børn hava sett spurningin: er hatta ein kirkja, tey byggja?

 

Og hóast vaksin helst bara fegnast, undrast ella staðfesta, nú gamla tornið aftur kemur til sín rætt, so skert ikki burtur, at spurningurin er viðkomandi.

 

Ein kann eittnú seta spurningin, hvat útlendsk ferðandi halda hesa bygging vera. Gløgt er gestsins eygað, verður sagt, og óivað er onkur, ið ikki kennir søguna um SALT, ið setir sama spurning, sum børnini: Tí eru tað ikki kirkjur, ið hava torn?