Salt heldur enn sólju

Árliga jólakonsertin hjá Klaksvíkar Hornorkestur verður í Christianskirkjuni sunnukvøldið kl. 20.00

Hetta er ein konsert, sum hevur verið afturvendandi nógvu seinnu árini, og vanliga eru nógv fólk og lurta.
Ætlanin var, at føroyska songkvinnan í Danmark, Guðrun Sólja Jacobsen, skuldi verða eitt av nøvnunum á konsertini, men hetta verður av ongum. Ístaðin skal sangbólkurin SALT, sum herfyri gav sína fyrstu fløgu út, verða við.
Fløguaktuelli Magni Christiansen fer at syngja, og Ingibjørg Hansen úr Mikladali, sum vann Barnaprixið herfyri, fer somuleiðis at verða við.
Ungdómsorkestrið hjá Klaksvíkar Tónlistaskúla, kór úr KFUM & K og Klaksvíkar Hornorkestur fara eisini at spæla á konsertini.