SALT: Har sæst dagamunur

Tað sæst á øllum brøgdum, at arbeiðið at reisa SALT á Drelnesi til mentanarhús gongur framá

Einum nýtist ikki at hava framúr góð eygu fyri at síggja, at arbeiðið við at reisa saltsiloina á Drelnesi til altjóða mentanarhús, gongur framá.

 

Myndin er tikin í dag. Tað sæst, at gongd so smátt er komin á arbeiðið at leggja bygningin undir tak.

 

Á facebook síðuni hjá SALT - SALT Sound Art & Live Theatr - skriva stigtakarar eisini, at fegnast verður um, at komið er framvið, at: ...alt ikki bert snýr seg um stál og betong, men at arbeiðið við innihaldinum verður sett ovast á breddan.