Suðurrás skrivar, at Salmundur Bech hevur slitið krossbandið. Hetta skal verða hent í innandurafótbólti herfyri.
Les eisini: Salmundur í samráðingum við HB
Salmundur Bech hevur verið ein av lyklaspælarunum hjá Suðringum seinastu tvey árini. Góðu avrikini hava eisini gjørt, at hann hevur verið rundanum U21-landsliðið.
22 ára gamli miðvallarin hevur verið settur í samband við HB, men hevur eisini umhugsað eina tilveru í Danmark. Nú verður so fyribils ongin fótbóltur frá stinna miðvallaranum.