Salman Rushdie álopin og sligin ella stungin

Hann skuldi halda fyrilestur, tá ið ein maður leyp upp á pallin eftir honum

Gitni rithøvundurin, Salman Rushdie  er álopin í Neyw York. Hann skuldi halda fyrilestur, tá ið ein maður brádliga leyp upp á pallin og antin slóð, ella stakk, rithøvundan, sum small í gólvið. Miðlar skriva, at tað er óvist, hvussu hann hevur tað, men álopsmaðurin varð handtikin.

 

Í áttatiárunum skrivaðu Rushdie bókina, Satans ørindi, og tað loypti slíka øði í bólkar av muslimum, at teir dømdu hann til deyða. Eitt nú heitti Khomeini, Ayatolla, á allar muslimar um at taka lívið av Rushdie fyri gudsspottan. Síðani tá hevur hann liva í loyndum Í USA og havt lívverjar. Stjørnin í Iran hevur langt síðani tikið boðini aftur, men tað eru ikki øll, sum vilja góðtaka og í 2012 hækkaði ein bólkur av muslimum hækka virðislønina fyri at taka hann av døgum úr 28 milliónum krónum, upp í einar 33 milliónir krónur, skrivar AP. Tá helt Rushdie ikki, at nakað prógv var fyri, at nakar lá honum eftir lívinum longur.