Salka Valka í Singapore

Salka Valka, sum er á rundferð kring knøttin, er nú komin til Singapore

Salka Valka, báturin, sum nógvir føroyingar hava hoyrt um er nú komin til Singapore.

Sosialurin hevur frætt frá Jústinus Eidesgaard, at Salka Valka kom til Singapore sunnudagin.

Báturin er á veg til Malaysia, men áðrenn tað fer Durita Brattaberg, sum er einasti føroyingur, sum í løtuni er umborð á bátinum, at vitja sjómansheimi í Singapore og fáa sær eitt prát við føroyingarnar, sum har eru.

Áðrenn Salka Valka kom til Singapore høvdu tey verið í Indonesien, har tey høvdu siglt runt í nakrar dagar.

Meðan Salka Valka hevur ligið í Singapore hava tey nýtt høvi til at gera nakrar umvælingar umborð.