Fotsetin í Jemen, Ali Abdullah Saleh, hevur verið í læknaørindum í Saudiarabia síðani tíðliga í juni, tá hann fekk skaða av einari spreinging. Men nú sigur talsmaður hansara, at forsetin er komin so mikið fyri seg, at hann ætlar sær heimaftur.
Saleh, sum hevur verið jemenskur forseti síðani 1978, hevur verið undir stórum trýsti teir seinastu mánaðirnar, tí mótmælisfólk í stórum tali hava kravt hann frá. Men hann hevur sýtt fyri at lata valdið frá sær og sendi ístaðin fyri boð eftir hermonnum úr Saudiarabia at hjálpa sær at berja mótmælini niður.
Herfyri var ein amerikanskur sendimaður og tosaði við Ali Abdullah Saleh. Við sær hevði sendimaðurin eini boð frá Barack Obama, sum vil hava forsetan um at góðtaka eina semju við andstøðuna um nýskipanir. Andstøðan hevur góðkent semjuna, men higartil hevur forsetin sagt nei.










