Sálarfrøðingarnir fáa nýggja leiðslu

Tóra Petersen heldur ikki fram sum forkvinna í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar.

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar fáa nýggjan formann. Ársfundur hjá felagnum varð hildin um vikuskiftið og har boðaði sitandi forkvinna, Tóra Petersen, frá, at hon ikki tók við afturvali. Heldur ikki onnur forkvinnan, Rigmor N. Arge, ynskti at halda framm í nevndini. Tískil er greitt, at felagið Føroyskir Sálarfrøðingar fær eina nýggja leiðslu. Nýggj nevnd varð vald á aðalfundinum og fer at skipa seg í næstum.

- Tíðin er komin at sleppa øðrum framm at, sigur Tóra Petersen við in.fo. Hon hevur verið forkvinna síðani 2012 og sigur, at tað hevur verið ein fantastisk tíð. Tó krevur tað nógv, og broyttar umstøður gera, at hon ikki longur raðfestir sessin sum forkvinna í felagnum.

Saman við Rigmor N. Arge rekur hon Psykologstøðina í miðbýnum í Havn, umframt at hon júst er liðug við sína doktararitgerð.

- Tað eru nógv onnur ting á yrkisleið míni nú, ið krevja nógva tíð. Eg haldi, at felagið hevur avrikað nógv hesi seinastu trý árini, men eg merki eisini, at tíðin er komin at fara nýggjar leiðir, sigur Tóra Petersen.

Tóra Petersen nevnir serliga tvey ting, sum hon fegnast um, at felagið hevur avrikað hesi árini.

- Tað týdningarmesta er, at lóg um løggilding av sálarfrøðingum er komin í gildið fyri Føroyar, sigur Tóra Petersen. Hon greiðir frá, at fyrr var sálarfrøðingur ikki eitt vart heiti, so ein og hvør kundi kalla seg sálarfrøðing, uttan mun til hvørjar fakligar førleikar viðkomandi hevði. Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar ynsktu, at landið skuldi seta ávís lógarfest krøv til teirra, ið vildu gera avtalu við Heilsutrygd og virka sum sálarfrøðingar sum heild.

- Hetta er fyri at økja um trygdina hjá borgaranum. Við tað, at landið setur krøv til hvørja útbúgving og førleikar tey, ið kallað seg sálarfrøðingar, skulu hava, kunnu borgarar hava álit á tí viðgerð, teir fáa frá góðkendum sálarfrøðingum. Teir hava tá eisini møguleika at klaga um viðgerð sína, sigur Tóra Petersen.

Hon vísir á, at nógvar uppgávur, sum sálarfrøðingar taka á seg, kunnu hava umfatandi fylgjur, bæði fyri borgarar og fyritøkur, ið leita sær hjálp frá teimum.

- Tí er tað so týdningarmikið, at øll kunnu hava álit á útbúgvingini og førleikunum hjá teimum, ið kalla seg sálarfrøðingar.

Hon dregur eisini fram sálarfrøðiliga fakfestivalin sum eitt gjøgnumbrot, ið er hent seinastu árini.

- Vit hava fingið sálarfrøðiliga fakfestivalin upp at koyra. Tað hevur alla tíðina verið týdningarmikið hjá okkum at menna og brúka tað tilfeingi, vit hava í Føroyum. Tað hevur kanska verið vanligari at fáa serfrøðingar úr útlondum til Føroya at halda fyrilestrar, men vit hava góða kompetansu og serfrøði í Føroyum, sum vit kunnu brúka, sigur Tóra Petersen. 