Salah: Tað snýr seg ikki bara um pengar

Premier League: Sáttmálasamráðingarnar millum Mohamed Salah og Liverpool ganga ongan veg

Í fimm ár hevur Mohamed Salah verið ein av stóru – um ikki størsta – stjørnan hjá Liverpool. Hann hevur sáttmála fram til endan av kappingarárinum 2022/2023, men tað gongur einki við sáttmálasamráðingunum.

 

Í nýggjari samrøðu við fótbóltsmagasinið FourFourTwo sigur toppskjúttin í Premier League, at tað ikki eru pengar, sum skilja partarnar. Tað hevur annars ljóðað, at Liverpool ikki við bróta lønarstrukturin í felagnum, tí skal ein spælari hava tvífalt í løn, so eru tað fleiri, ið helst vilja tað sama.

 

- Eg haldi at viðhaldsfólkini vita hvat eg vil, men í sáttmálasamráðingunum snýr tað seg ikki bara um pengar. So eg veit ikki, um eg haldi fram. Eg havi eitt ár eftir og viðhaldsfólkini vita hvat eg ynski, sigur Mohamed Salah í samrøðu við FourFourTwo.

 

Hann leggur afturat, at hann er glaður fyri felagið og elskar stemningin á Anfield, har viðhaldsfólkini syngja sangir um hann. Og at hann verður keddur, um hann í næstum spælir sín seinasta dyst fyri felagið.

 

- Hetta felagið hevur stóran týdning fyri meg. Eg havi notið at spælt her meir enn nakra aðrastaðni, sigur Mohamed Salah og kallar felagið fyri eina familju.

 

Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur fleiri ferðir svarað upp á spurningar í sambandi við støðuna hjá Mohamed Salah. Hann hevur sagt, at tað er torskilt at gera so stóra og umfatandi sáttmálar, og at hann heldur tað gongur rætta vegin.

 

Viðmerkjarar sum fyrrverandi verjuspælarin, James Carragher, halda at Mohamed Salah fær ikki betri treytir aðrastaðni. Millum annað tí Real Madrid brúkar sínar pengar upp á Kylian Mbappé, og FC Barcelona hevur ongar pengar. Hartil er Erling Haaland eisini ein spælari, sum tey stóru síggja stórt í.

 

Jamie Carragher vísur eisini á Philippe Coutinho, sum skifti frá Liverpool til FC Barcelona. Hann er í dag útleigaður til Aston Villa og skiftið hevur ikki gagnað honum.