Fyrsti dysturin í 36. umfari í Premier League hevur verið í kvøld. Liverpool vann heili 5-0 á niðurflutta Huddersfield. Mohamed Salah og Sadio Mané skoraðu hvørsíni tvey mál og eru toppskjúttar í Premier League í løtuni.
Liverpool kom longu á odda aftaná 15 sekund, tá Naby Keita fyrst vann bóltin, og síðani sendi avleveringina frá Mohamed Salah í málið. Síðani skiftust Sandio Mané og Mohamed Salah um at skjóta mál, til tað stóð 5-0. Fyri Liverpool koma tað væl við, at Alex Oxlade-Chamberlain kom á vøllin eftir eitt ár uttanfyri við skaða.
##med2##
Mohamed Salah hevur nú skotið 21 mál, meðan Sadio Mané hevur skotið 20 mál í landskappingini. Næstir teimum koma Pierre-Emerick Aubameyang (Arsenal) og Sergio Aguero (Manchester City) við sínum 19 málum í part.
Liverpool hevur við sigrinum lagt seg á odda í Premier League við 91 stigum eftir 36 dystir. Manchester City, sum sunnudagin er á vitjan í Burnley, hevur 89 stig.