Í dag er annar kappingardagurin í HM-endaspælinum í Russlandi, og í dag eru tríggir dystir á skránni. Tann fyrsti er kl.13.00 ímillum Egyptaland og Uruguay.
Bólkur A
Egyptaland – Uruguay
Ekaterinburg Arena, kl.13.00
Dómari: Björn Kuipers (Holland)
Egyptaland
Tað hevur verið bíðað eftir einum svari, um Liverpool-stjørnan, Mohamed Salah, fór at gerast klárur at spæla fyrsta dystin í HM, men nú er greitt, at hann ikki verður við. Hann er ikki sloppin av við skaðan og byrjar á bonkinum í dag. Hetta broytir heilt nógv hjá Egyptalandi, sum tó í venjingardysti ímóti Kolumbia undan HM fekk 0-0 uttan Salah. Tá hugsað verður um støði, so er hópurin hjá Egyptalandi smalur og hevur illa ráð at klára seg uttan Salah, men teir bera tó orð fyri at vera taktiskt stinnir undir Héctor Cúper, og so er Arsenal-miðvallarin, Mohamed Elneny, eisini ein góður snúningsdepil at hava. Undan leiklutinum sum underdog sleppur Egyptaland tó ikki.
Byrjunaruppstilling: Mohamed El Shenawi - Ahmed Fathi, Omar Gaber, Ahmed Hegazi, Mohamed Abdel-Shafy - Mohamed Eleny, Tarek Hamed - Amr Warda, Abdalla El Said, Treziguet - Marwan Mohsen
Uruguay
'La Celeste' hevur ein hin stinnasta grundvøllin av øllum londunum í HM. Venjarin, Óscar Tabárez, hevur verið venjari síðani 2006, og profilarnir, Godín, Cavani og Suárez, eru allir farnir beint upp um tey 30. Tað er við at vera nú ella ongantíð fyri Uruguay, sum eftir eina góða undankapping eisini hevur víst styrki í venjingardystunum, har teir hava vunnið á Kekkia, Wales og Uzbekistan og spælt javnt ímóti Póllandi (og tapt ímóti Eysturríki). Teir tykjast hava viðvind, og hesum viðvindinum hava teir tørv á til dagsins uppgávu ímóti Egyptaland fyri at fáa best møguligu byrjanina upp á HM.
Byrjunaruppstilling: Fernando Muslera - Guillermo Varela, Diego Godín, Jose Gimenez, Martin Caceres - Nahitan Nandez, Rodrigo Bentancur, Matias Vecino, Giorgian De Arrascaeta - Luis Suarez, Edison Cavani
Metingar
Sannlíkindi sambært miðaloddsunum hjá veddingarfyritøkum:
Egyptaland: 14%
Javnleikur: 25%
Uruguay: 61%
Sjónvarp
Nakrar av sjónvarpsrásunum, ið vísa dystin:
KVF, TV2 Danmark, NRK1, TV4 Svøríki, BBC1